Í USA vísir ein nýggj frágreiðing, at við at seta upp 10 milliónir sólskermar kunnu amerikanararnir fáa 10 prosent av sínari orkunýtslu frá sólini um tjúgu ár. Frágreiðingin hevur vakt ans og hevur fingið serliga góða móttøku frá teimum politikarunum, sum vilja hava samfelagið at útbyggja sólorkuna.
Hesir politikararnir vísa á, at á hvørjum ári keypir USA olju úr øðrum londum fyri 350 milliardir dollarar, og at tað tí er umráðandi at útbyggja orkukeldur sum sólorkuna og harvið avmarka oljuinnflutningin.