Blóðbaðið í Bagdad teir seinastu dagarnar ger, at tað hevur skund hjá amerikanarunum at fáa bilbukt við mótstøðuna í Irak. Serfrøðingar ávara um, at eydnast tað mótstøðubólkunum at fáa fótin fyri seg, er vandi fyri, at teir fara at taka seg saman í størri eindir.
Spurningurin er, hvat amerikanararnir skulu gera. Amerikanska herleiðslan hevur gjørt av at skerja eftirlitið í gøtunum í Bagdad og aðrastaðni, nú muslimar halda føstumánað. Tað verður gjørt fyri ikki at órógva irakar, sum koma saman at biðja, men tað eru tey, sum halda, at avgerðin kemur teimum víðgongdu mótstøðumonnunum væl við, tí hetta er næstan tað sama sum at bjóða teimum at gera meiri um seg. Amerikanararnir kunnu eisini velja at fara harðari fram, men vandin við tí er, at irakska fólkið fer at missa álitið á amerikonsku fráboðanini um, at málið er eitt opið og frítt irakskt samfelag.
Ein stórur trupulleiki hjá amerikanarunum er, at teir vita ikki, hvør fíggindi teirra í Irak er, og seinastu tíðina hava amerikanskir generalar alment viðgingið, at teir eru ósamdir um, hvør fíggindin er. Summir halda, at tað eru heilagir stríðsmenn úr øðrum muslimskum londum, meðan aðrir halda, at hesir eru bara ein lítil partur av mótstøðuni.
Tá sjálvt kríggið var av, gjørdu amerikanararnir av at upploysa irakska herin og løgregluna. Meiningin var ivaleyst góð, men seinni hevur tað víst seg, at tað var eitt stórt mistak at upploysa løgregluna. Ein av limunum í irakska stjórnarráðnum, Iyad Allawi, segði fyri nøkrum døgum síðani við altjóða fjølmiðlar, at amerikanska avgerðin hevur gjørt, at tjóvar og aðrir brotsmenn hava næstan frítt at fara í landinum, og sjálvir hava amerikanararnir ikki nóg mikið av hermonnum til at loysa tær vanligu løgregluuppgávurnar.
Hernaðarligir serfrøðingar eru samdir um, at amerikanararnir hava skund. Fáa teir ikki bast mótstøðuni innan seks mánaðir, fer irakska fólkið eisini at venda sær ímóti teimum, og so er ilt at siga, hvat kann henda, siga teir sambært Aftenposten.