USA lovar stóra finningarløn fyri yvirgangsmann

Amerikanska stjórnin er til reiðar at rinda góðar 50 milliónir krónur í finningarløn, um onkur kann avdúka mannin, sum skipaði fyri yvirgangsatsóknini í indiska býnum Mumbai í 2008.

Tað segði amerikanski varauttanríkisráðharrin Wendy Shermans, tá hon var á almennari vitjan í India í gjár. Indiski uttanríkisráðharrin, S.M. Krishna, segði í dag, at amerikanska tilboðið vísir, at USA styðjar royndirnar hjá indisku myndugleikunum at finna mannin, sum skipaði fyri atsóknini.

Indiskir og amerikanskir myndugleikar eru á einum máli um, at yvirgangsfelagsskapurin Lashkar-e-Taiba skipaði fyri atsóknini, og at leiðarin í felagsskapinum, Hafiz Mohammad Saeed (myndin), legði hana til rættis.

166 fólk, teirra millum seks amerikanarar, doyðu í atsóknini í Mumbai í november í 2008.