USA letur nýggjan vápnapakka til Ukraina

- Vit vilja hjálpa Ukraina, soleiðis at landið hevur ein støðugan streym av útgerð, sum landið ynskir sær.

HIMARS-skipanin hevur hjálpt ukrainum væl at raka russiskar kommandostøðir og vápnagoymslur.

Í dag hevur USA kunngjørt, at landið fer at lata ein nýggjan vápnapakka til Ukraina, og her verða ymisk sløg av rakettum, skotvápnum og útgerð til burturbeining av minum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at pakkin, sum hevur eitt virðið av 775 miljónum dollarum, eisini hevur fleiri rakettir til sonevndu HIMARS-skipanina.

 

- HIMARS hevur hjálpt ukrainum væl at raka russiskar kommandostøðir og vápnagoymslur, sum liggja aftan fyri hermótini millum stríðandi partarnar.

 

Sagt verður, at fyri fyrstu ferð eru eisini 15 eftirlitsdronur av slagnum, Scan Eagle, við í hernaðarliga pakkanum, umframt 40 hernaðarakfør, sum minur ikki klára at oyðileggja.

 

Haraftrat eru sonevndar TOW-rakettir og Javelin-skipanir, umframt 36.000 granatir. 

 

- Vit vilja hjálpa Ukraina, soleiðis at landið hevur ein støðugan streym av útgerð, sum landið ynskir sær, sigur ein tænastumaður í amerikansku verjuni.

 

Hann leggur aftrat, at vápnapakkarnir, sum USA hevur latið Ukraina til verju móti russiska hersetingarvaldinum, hava gjørt stóran mun í krígnum.

 

 

 

HIMARS-skipanin hevur hjálpt ukrainum væl at raka russiskar kommandostøðir og vápnagoymslur.