Skuldsetingarnar komu í gjár frá John Kirby, sum er talsmaður fyri tjóðskaparliga trygdarráðið hjá USA.
Hann sigur eisini, at Russland hevur havt »markant« tap, tá tað snýr seg um hermenn og hernaðarútbúnað.
– Vit hava kunnleika um, at russiski herurin í veruleikanum avrættar hermenn, sum nokta at lýða boð, sigur hann.
– Vit hava eisini kunnleika um, at russiskir yvirmenn hótta við at avrætta heilar deildir, um tær royna at taka seg aftur undan ukrainskum skotálopum.
– Hetta er ræðuligt, heldur hann fram.
Hann fór ikki í smálutir við ákærunum.
/ritzau/AFP