Amerikanski løgmálaráðharrin í stjórnini hjá Donald Trump, William Barr, sær »onga orsøk« til at seta ein serligan ákæra, sum skal kann valsvik ella kanna sonin hjá komandi forestanum, Joe Biden, Hunter Biden.
Tað sigur hann í dag sambært fleiri miðlu, millum annað tíðindastovuni Reuters og dagblaðnum New York Times.
Donald Trump forseti hevur víst sína ónøgd við, at Barr ikki hevur gjørt meira fyri at hjálpa honum við at broyta valúrslitið í november.
Á einum tíðindafundi sigur hann, at hann ikki »sær nakra orsøk til at seta ein serligan ákæra« fyri at kanna Hunter Biden.
– Tað havi eg ongar ætlanir um at gera, áðrenn eg fari, sigur løgmálaráðharrin sambært New York Times.
Frammanundan er ein kanning í gongd av skattaskjølunum hjá Hunter Biden. Hon verður gjørd í heimstati hansara, Delaware.
Hann segði eisini, at hann fór at seta ein serligan ákæra at leiða eina kanning av valsviki, um hann helt, at brúk var fyri tíð.
– Men tað havi eg ikki gjørt, og tað var eg ikki at gera, sigur William Barr sambært New York Times.
Hann leggur afturat, at hann heldur ikki sær »nakra orsøk« til at leggja hald á atkvøðumaskinur, sum Donald Trump hevur kravt.
Hann endurtekur eisini tað, hann áður hevur sagt um, at hann ikki hevur sæð prógv fyri, at skipað valsvik er farið fram á valinum.
Barr verður bert í starvinum í nakrar dagar afturat. Fyrr í mánaðinum boðaði Trump frá á Twitter, at Barr gevst í starvinum 23. desember.
Valmyndugleikar bæði á samveldisstigi og á statsstigi hava ferð eftir ferð sagt, at eingi prógv eru fyri óteljandi pástandunum hjá Trump um, at hann er snýttur fyri valsigurin.
Yvir 50 rættarkrav frá Trump eru avvíst við amerikonsku dómstólarnar, tvey teirra í hægstarætti.
Persónar, sum vóru við á fundi í Hvítu Húsunum fríggjadagin, hava sagt miðlum sum New York Times, CNN og The Wall Street Journal, at Trump á fundinum nevndi ymisk áleypandi uppskot um, hvussu hann kundi varðveita valdið.
Á fundinum tosaðu tey millum annað um at fáa herin at hjálpa til at leggja trýst á fyri at fáa umval í teimum statum, sum Trump tapti.
Tankin um undantaksstøðu var nakað, sum hansara nú náðaði fyrrverandi trygdarráðgevi, Michael Flynn, hevur nevnt sum ein møguleika.
Á fundinum var eisini umrøtt, um tað bar til at leggja hald á valmaskinur fyri at kanna, um tað er svikað við teimum.
Har var eisini eitt uppskot um at tilnevna Sidney Powell, sum er løgfrøðingur í Trump-herferðini og kendur konspiratiónsteoretikari, til serligan ákæra.
Uppgávan hjá Powell skuldi vera t prógva ákærurnar um valsvik, sum Trump higartil ikki hevur lagt fram prógv fyri.
Tað er eftir øllum at døma eisini talan um at seta í verk eina kanning av soni Joe Biden, Hunter Biden. Tað hevur verið eitt stórt evni hjá Trump, sum fleiri ferðir hevur ákært Biden fyri at vera korruptan og hava tryggað soni sínum stórar upphæddar via ein lukrativan sess í Ukraina.
Boðini frá ónevndum keldum um, at hesar tingingar eru farnar fram, hava skelkað í Washington.
Trump hevur sjálvur avvíst í einum uppslag á Twitter, at hetta skuldi havt nakað upp á seg. Hatta eru »fake news«, skrivaði hann um vikuskiftið.
/ritzau/