USA kannar sjálvstýraran hjá Tesla eftir 11 óhapp

Nú verður kanning sett í verk av sjálvstýraraskipanini hjá Tesla eftir fleiri óhapp við ymsum motellum

Sjálvstýraraskipanini hjá Tesla skal nú eftirkannast av amerikonsku ferðslutrygdarmyndugleikum. (arkivfoto) - Foto: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix

Nú verður farið at kanna serligu sjálvstýraraskipaninia hjá Tesla eftir fleiri óhapp á amerikonsku vegunum.

 

Tað er greitt, eftir at amerikanska ferðslutrygdartænastan, NHTSA, í dag hevur sett í verk eina kanning av skipanini.

 

NHTSA hevur staðfest 11 ferðsluóhapp í USA, har sjálvstýraraskipanin hjá Tesla hevur verið uppi í leikinu. Ein av ólukkunum kravdi mannalív, meðan 17 fólk fingu skaða í sjey øðrum óhappum.

 

NHTSA boðaði í dag frá, at tænastan »roynir at tryggja hægsta trygdarstandard á landins vegum«.

 

– Fyri at tryggja, at tað endamálið verður rokkið og fyri at betur kunna skilja óhappini við Tesla-bilum, er NHTSA farið undir hesa innleiðandi eftirmeting av sjálvstýraraskipanini hjá Tesla, verður sagt.

 

Tesla-stovnarin Elon Musk hevur vart skipanina. Felagið hevur áður ávarað um, at skipanin krevur »virkið eftirlit frá førara«.

 

Atfinnarar halda tó, at skipanin ov lætt verður snýtt av umsstøðunum.

 

Tey 11 óhappini, sum NHTSA hevur kannað, eru hend við fleiri ymsum Tesla-modellum. Kanningin umfatar Tesla-modellini Y, X, S og 3.

 

Tesla Model 3 var felagsins mest seldi í 2020 og samstundis greitt mest seldi elbilur í heimshøpi. Sambært hagtalsbankanum Statista vórðu seldir umleið 356.000 av júst tí modellinum í fjør.

 

Tað var meira enn tríggjar ferðir so nógvir sum nummar tvey á listanum, Wuling Hongguang Mini EV, sum seldir 119.000 bilar.

 

Tilsamans seldi Tesla í 2020 umleið eina hálva millión elbilar.

 

Tíðindini um kanningina hava í dag ført til fall í partabrøvunum í Tesla.

 

/ritzau/AFP

 

 

 

 

 

 

 

Sjálvstýraraskipanini hjá Tesla skal nú eftirkannast av amerikonsku ferðslutrygdarmyndugleikum. (arkivfoto) - Foto: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix