USA kann byrja afturtøku úr Irak í ár

Amerikanski ovastin í Irak heldur, at USA kann taka nakirar av sínum hermonnum úr Irak í ár David Petraeus, generalur, segði í einari hoyring í Senatinum í kvøld, at USA er í ferð við at røkka málunum, sum landið setti sær, tá hermannatalið bleiv økt úr 130.000 í 168.000 fyrr í ár.

Generalurin segði, at eftir hansara tykki kann USA fara undir at taka hermenn úr Irak í desembur í ár, soleiðis at talið kemur aftur niður á 130.000 næsta summar.

Stutt áðrenn hoyringin í Senatinum byrjaði, kunngjørdi amerikanska herleiðslan, at sjey amerikanskir hermenn eru falnir í Irak í dag, og at 11 eru særdir.