USA vil hava Iran at gevast við sínum rakettroyndum alt fyri eitt Amerikanska stjórnin er í øðini um, at Iran royndi eina nýggja rakett í gjár, og kravið úr Washington er, at iranar skulu gevast við slíkum royndum beinanvegin.
Rakettirnar, sum iranar royndu, bera 2.000 kilometrar og kunnu sostatt raka mál í Ísrael og fleiri amerikanskar herstøðir í Miðeystri.
Men amerikanska uttanríkisráðið sigur, at iransku royndirnar fara ikki at ræða hvørki USA ella Ísrael.