USA-hermaður í parti við islamistum

Ein fyrrverandi amerikanskur hermaður er handtikin og ákærdur fyri at hava barst fyri ein uppreistrarbólk í Sýrialandi, ið hevur tætt tilknýti til islamistiska yvirgangsfelagsskapin, al-Qaeda.

Eric Harroun varð handtikin, tá hann fyrr í vikuni kom heimaftur til USA, og í rættinum var hann í gjár varðhaldsfongslaður.

Hann var virkin sum amerikanskur hermaður frá 2000 til 2003, tá hann varð koyrdur frá, og síðani hevur hann tikið alsamt meira undir við islam og serliga teimum mest víðgongdu muslimunum.

Hermaðurin, ið er 30 ára gamal, er ákærdur fyri at hava verið í bardøgum fyri al-Nusra, sum USA sigur vera tætt knýtt at al-Qaeda og tí eisini hevur sett á sín yvirgangslista.