Amerikanska sendistovan í Beirut er í dag komin við greiðum boðum til amerikanarar, sum eru í Libanon.
- Fyririeiki tykkum at fara úr landinum so skjótt sum gjørligt, siga tey á sendistovuni sambært Reuters.
Fyrr í dag skerpaði eisini norska uttanríkisráðið ferðaráðini fyri Libanon. Nú verður frárátt øllum at fara til landið.
Orsøkin til skerpaðu ferðaráðini eru dagligu stríðsatgerðirnar, sum fara fram á markinum millum Libanon og Ísrael.
- Uttanríkisráðið eggjar norskum borgarum, sum vilja fara úr Libanon, at meta um tilgongiligu ferðamøguleikarnir, sum eru nú.
Tað segði samskiftisráðgevin í norska uttanríkisráðnum, Henrik Hoel, fyrrapartin í dag.