USA hóttir Sýrialand við tiltøkum

USA er til reiðar at seta uppaftur fleiri tiltøk í verk ímóti Sýrialandi fyri at noyða landsins forseta, Bashar al-Assad, at steðga teirri harðrendu framferðini ímóti mótmælisfólki.

-Vit mæla teimum í altjóða samfelagnum, sum framvegis styðja Sýrialand, til at ávara landið um, at um tað ikki ger eftir átakinum hjá Arabisku Samgonguni, fer altjóða samfelagið at seta fleiri stig í verk, sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Jay Carney.

Londini í Arabisku Samgonguni hava lagt eina ætlan, sum skal steðga teimum blóðugu álopunum á mótmælisfólk. Samstundis hava londini fingið tilsøgn um at senda eygleiðarar til Sýrialand at hava eygað við, at semjan, sum Sýrialand hevur tikið undir við, verður hildin.

Altjóða tíðindastovurnar skriva, at hesa vikuna hava meiri enn 200 fólk latið lív í Sýrialandi.