USA hóttir Altjóða Krígsbrotsmannadómstólin við revsitiltøkum

USA og Altjóði Krígsbrotsmannadómstólurin (ICC) eru endaði í hornatøkum, aftaná at dómstólurin hevur ætlanir um at fyrireika rættarmál móti amerikanskum hermonnum, ið eru undir illgruna fyri at hava framt ólógligan ágang á fangar í Afganistan. Tað skrivar BBC.


Um Altjóða Krígsbrotsmannadómstólurin førir nakað slíkt mál móti amerikansk hermonnum, so kann dómstólurin vænta, at USA setir revsitiltøk í verk móti honum. Tað er greiði boðskapurin frá John Bolton, ið er trygdarráðgevi hjá amerikansku forsetanum. Í eini røðu í Washington í dag segði hann, at USA fer at svara, um ICC ákærir nakran amerikanskan borgara.


- Vit fara at reisa ákæru móti teimum í amerikansku rættarskipanini. Og vit fara at gera tað sama við øll feløg ella lond, ið hjálpa eini ICC kanning av amerikanarum, segði John Bolton í røðuni sambært BBC.


Harumframt upplýsti John Bolton, at USA fer at seta innferðarforboð móti øllum dómarum og ákærum í ICC, umframt at hald verður lagt á teirra peningaognir í USA.


Altjóða Krígsbrotsmannadómstólurin hevur heimild at handtaka og rættarsøkja persónar, ið kunna ábyrgdast fyri fólkamorð, brotsverk móti mannaættini og krígsbrotsverk. Dómstólurin bleiv settur á stovn í 2002, men USA er eitt av fáum londum, ið aldrin hevur tikið undir við stovninum. Tískil sýtir landið eisini fyri, at dómstólurin hevur heimild yvir amerikanskar borgarar.