Loynilig skjøl frá amerikanska verjumálaráðnum Pentagon vísa, at USA undir kalda krígnum goymdi kjarnorkuvápn ymsastaðni kring heimin, uttan at tað varð sagt frá í teimum ymsu londunum.
Tað veit amerikanska blaðið Washington Post at siga í gjár. Blaðið hevur sínar upplýsingar frá tíðarritinum Bulletin of the Atomic Scientists, har tríggir granskarar hava kannað tey higartil loyniligu skjølini.
Blaðið skrivar, at tað við vissu kann sigast, at Ísland og Marokko einki fingu at vita um, at kjarnorkuvápn vóru goymd á teirra landaøki.
Sambært Washington Post vóru kjarnorkuvápn goymd í Íslandi frá 1956 til 1959, og partar av kjarnorkuvápnum í árunum frá 1956 til 1965. Vápnini vóru goymd á støðini í Keflavík, nærindis høvuðsstaðnum Reykjavík.
Grønland eisini við
Á skjølunum, sum granskararnir eru komnir fram á, er tað strika út yvir nøvnini á teimum 29 londunum, har USA í loyndum hevur goymt kjarnorkuvápn. Men hóast tað hevur tað eydnast granskarunum at finna fram til londini.
Grønland verður eisini nevnt í frágreiðingini hjá granskarunum, men tað kom fram longu fyri fleiri árum síðani, at amerikumenn høvdu fýra brintbumbur á heimsins størstu oyggj í 1958.
Frá juni mánaða í 1945 og til 1977 goymdi USA kjarnorkuvápn ella lutir til hesi vápn í 26 londum kring heimin, av hesum vóru 18 sjálvstøðug. Í Vesturtýsklandi hava kjarnorkuvápn verið síðani 1955 og eru framvegis her. Eisini á Cuba hevur USA havt lutir til kjarnorkuvápn.
Loyniligu skjølini vísa, at USA ætlaði at brúka Japan til at leypa á Kina og Sovjetsamveldið, um kríggj brast á.