Reuters veit í dag at siga, at USA hevur góðkent eina ætlan um eitt "fleiri dagar langt álop" á iransk mál í Irak og Sýria.
Sambært keldum í USA fara amerikansku álopini at snúgva seg um fleiri mál, eitt nú á iranskar manningar og útgerð.
The Islamic Resistance í Irak, sum er ein hernaðarligur bólkur, stuðlaður úr Iran, hevur sagt, at bólkurin stóð aftan fyri dronuálopið á eina amerikanska herstøð í Jordan.
Í álopinum lótu tríggir amerikanskir hermenn lív, og í minsta lagi 34 vórðu særdir.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur lovað hevnd fyri álopið á amerikansku herstøðina og hevur givið bólkum, sum Iran stuðlar, ábyrgdina fyri álopið.