Amerikansku fótbóltskvinnurnar leiktu seg mánakvøldið í finaluna í OL-kappingini.
Tær vóru stórfavorittar móti Kanada, men tað gongur ikki altíð sum prestur prædikar. Kanada tók favorittarnar á bóli, og vóru á odda bæði 1-0, 2-1 og 3-2. Men tað skuldi í síðsta enda gerast ov stutt at røkka finaluni.
Tað var Christine Sinclaire, sum skoraði øll trý málini fyri Kanada, og Megan Rapinoe javnaði tvær ferðir fyri USA.
Eitt korter undan dystarloki javnaði Abby Wambach við sínum máli nummar 139 fyri amerikanska landsliðið.
Alt bendi á ein javnleik, men tá liðini høvdu leikt 122 minuttir og 30 sekund rakti eitt innlegg frá Heather O'Reilley Alexandra »Alex« Morgan á pannuna, og so var dreymurin hjá kanadisku leikarunum brostin.
USA møtir nú Japan í finaluni, og tað er ein endurtøka frá HM-finaluni í Týsklandi í fjør, tá Japan vann.