Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, er í hesum døgum á ráðstevnu um trygdarpolitikk í Arktis, og hann er eisini formaður í Arktisku sendinevndini hjá Fólkatinginum.
- Sum amerikanski áhugin fyri Grønlandi vísir, er hetta ovast á politisku dagsskránni, og stórar hernaðaríløgur verða gjørdar komandi árini.
Tað sigur Sjúrður Skaale á Facebook í morgun. Hann sigur seg onga løtu ivast í, at Amerika og Nato eisini fara at venda eyguni móti Føroyum.
Sum formaður í Arktisku sendinevndini hjá Fólkatinginum sigur Sjúrður Skaale, seg hava góða atgogd nógvastaðni.
- Tí vóni eg at fáa ein góðan dialog við komandi landsstýri, so eg lutvíst kann geva kunning víðari og lutvíst kann føra fram landsstýrisins sjónarmið.
Sjúrður Skaale heldur tað vera týdningarmikið, at allir føroyskir partar tosa við somu rødd - eisini í arktiskum málum.