USA fær fíggjarlóg

Í ellivta tíma eydnaðist tað Barack Obama, forseta og samráðingarmonnunum hjá demokratunum og republikanarunum at semjast um eina fíggjarlóg fyri hetta fíggjarárið. Semjan merkir, at almennir stovnar og almennar skipanir hava fígging til tað, sum er eftir av fíggjarárinum 2011.

Í einari røðu aftan á tann seinasta samráðingarfundin segði Obama, at báðir partar høvdu tikið truplar avgerðir. Hann segði, at skerjingin á fíggjarlógini er tann størsta í landsins søgu.

New York Times skrivar, at samráðingarmenninir hjá teimum báðum flokkunum samdust um skerjingar fyri einar 200 milliardir krónur í ár, og at tað almenna skal spara næstan 2.600 milliardir krónur tey næstu 10 árini.

Í næstu viku fer Kongressin at atkvøða um fíggjarlógina.