USA er heimsmeistari

Bert 16 minuttir skuldu ganga, áðrenn HM-finalan hjá kvinnum var avgjørd

Seinastu vikurnar hevur heimsmeistaraskapið í kvinnufótbólti verið leikt í Canada. Á sama hátt sum HM hjá monnum, so taldi kappingin 32 lið. At enda vóru tað favorittarnir úr USA, og Japan, sum stóðu eftir í finaluni. Finalan varð leikt seint í gjárkvøldi.

 

Og í hesari finalu var ongin ivi um, hvør fór at vinna. Longu aftaná 16 minuttir var greitt, hvat land fór at standa sum heimsmeistari, tí at tað tók bara USA 16 minuttir at leggja seg á odda heili 4-0. Japan kom tó fyri seg so mikið, at endaliga úrslitið gjørdist 5-2 til USA.

 

Amerikanski sigurin merkir, at USA er fyrsta kvinnulandsliðið nakrantíð, ið hevur vunnið trý HM-steyp í kvinnufótbólti. Tey sjey málini í finaluni gjørdu eisini, at hendan kvinnufinalan stendur eftir sum tann mest málríka í HM-søguni hjá kvinnum.