USA biðir Iran gevast við at senda dronur til Russlands

Alment er Iran neutralt í krígnum í Ukraina, men Russland hevur brúkt eina røð av dronum í krígnum, sum eru framleiddar í Iran.

USA leggur nú trýst á Iran fyri at fáa landið at steðga søluni av dronum til Russlands.

 

Tað skrivar Financial Times.

 

Ávísin veit at siga, at áheitanin úr USA kemur sum partur av einari møguligari ætlan um at fáa í lag eitt "óskrivað forstáilsi" millum USA og Iran.

 

Financial Times vísir til eitt iranskt tænastufólk og eitt annað fólk í landinum, men eingi nøvn eru sett á, hvørjir hesir persónar eru.

 

Ein av keldunum hjá ávísini sigur, at Iran fleiri ferðir hevur heitt á Russland um at gevast við at brúka dronur í krígnum í Ukraina.

 

Alment er Iran neutralt í krígnum í Ukraina, men Russland hevur brúkt eina røð av dronum í krígnum, sum eru framleiddar í Iran.

 

##med2##

 

Sambært Financial Times hava USA og Iran eisini umrøtt møguleikan at lata sínámillum fangar leysar.

 

Haraftrat hava Iran og USA í meira enn tvey ár havt óalmennar samrøður um at blása nýtt lív í aftur kjarnorkuavtaluna.

 

Hetta er ein avtala millum lond, sum Russland í løtuni sýtir fyri at vera partur av.