USA biðið Pakistan um umbering

Amerikanska stjórnin hevur biðið Pakistan um umbering fyri tilburðin gjáranáttina, tá NATO-tyrlur lupu á eina legu hjá pakistanska stjórnarherinum tætt við markið til Afghanistan. Teir pakistonsku hermenninir lógu og svóvu, tá tyrlurnar lupu á. Sambært myndugleikunum doyðu 24 hermenn, og 14 vórðu særdir. Bæði Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, og Leon Panetta, verjumálaráðharri, hava sent pakistonsku stjórnini samhugafjarrit. Tey hava samstundis sagt, at tilburðurin verður kannaður.

Pakistanar eru í øðini um álopið. Pakistanski uttanríkisráðharrin, Hina Rabbani Khan, ringdi í nátt til Hillary Clinton og gjørdi henni greitt, at álopið kann undir ongum umstøðum góðtakast. Hann segði, at álopið er brot á altjóða lóg og eitt álop á tað pakistanska sjálvræðið.

Pakistonsku myndugleikarnir siga, at fleiri NATO-tyrlur flugu inn í útnyrðingspartin av Pakistan leygarnáttina, har tær lupu á leguna hjá stjórnarherinum. NATO hevur váttað, at tyrlur hjá samgonguni vóru í økinum, og at tað helst vóru tær, sum framdu álopið. NATO-ovastin í Afghanistan, generalurin John Allen, hevur lovað, at tilburðurin skal kannast.