USA
Fiskivinnumyndugleikarnir á vesturstrond Ameriku hava sett forboð fyri línuveiði eftir eitt nú tunfiski, svørðfiski og hávi. Frammanundan er slíkt veiðiforboð galdandi fyri havið útfyri Kaliforniu.
Nú hevur Pacific Fishery Management Council eisini sett forboð fyri veiði útfyri statunum, Oregon og Washington.
Forboðið er galdandi innanfyri 200 fjórðinga fiskimarkið hjá nevndu statum í USA.










