Í Uruguay hevur fótbóltur alt at siga

Tað var forkunnugt at vitja tað lítla landið, sum liggur millum Brasil og Argentina í november í fjør. Tað merkir nógv samfelagið í Uruguay, at teir hava eina so ríka fótbóltssøgu, har landsliðið hevur vunnið heili 20 heiti síðani 1924

Føroyar og Uruguay hava í stóran mun eina felags lagnu. Tey flestu kring heimin, sum hava hoyrt um Uruguay, hava hoyrt um Uruguay orsaka av fótbólti. Tað sama kann í stóran mun sigast um Føroyar. Tey sum hava hoyrt um Føroyar úti í heimi, hava í flestu førum hoyrt um Føroyar í samband við landsliðið hjá okkum. Tó kunnu Føroyar og Uruguay á ongan hátt samanberast, tá talan er um avrik á vøllinum.
Hava vunnið heili 20 heiti
Lítla suðuramerikanska landið við bert 3,3 miljónum íbúgvum, sum liggur millum risarnar Brasil og Argentina hevur vunnið heili 20 heiti. Uruguay hevur vunnið suðuramerikanska meistaraskapið 15 ferðir, tvær ferðir hava teir verið heimsmeistarar (í 1930 og 1950), tvær ferðir hava teir verið olympiskir meistarar, og í 1980 vann Uruguay á heimavølli eina kapping fyri allar fyrrverandi heimsmeistarar millum 1930 og 1978. Fyrsta HM-endaspælið í fótbólti varð eisini avgreitt í Uruguay á sumri í 1930. Sostatt er tjóðarleikvøllurin, Centenario leikvøllurin í høvuðsstaðnum, Montevideo vøggan hjá HM-fótbóltinum. Tískil var tað við stórum spenningi, at ein fór á ferð við Ivani Eginssyni Eysturland úr Klaksvík at vitja forkunnuga lítla landið í Suðuramerika, sum hevur gjørt vørr omaná vørr í altjóða fótbólti.
Fóru ein fótbóltsrundtúr í Montevideo
Týsdagin 14. november, dagin fyri, at vit skuldu á Centenario leikvøllin – sama leikvøllin, har fyrsta HM-finalan millum Uruguay og Argentina varð leikt í 1930 – fóru vit ein fótbóltsrundtúr í Montevideo. Á túrinum skuldu vit vitja Centenario leikvøllin, fótbóltsmuseumið hjá fótbóltssambandinum í Uruguay, leikvøllin hjá stóra høvuðsstaðarfelagnum, Nacional, og fótbóltsmuseumið hjá hinum stóra høvuðsstaðarfelagnum, Penarol. Nacional og Penarol hava dominerað liguna í Uruguay, síðani hendan varð skotin í gongd fyri 114 árum síðani í 1900, og hava vunið næstan øll meistaraheitini kappast hevur verið um hesi árini. Nacional og Penarol hava eisini vunnið Copa Libertadores – suðuramerikonsku Champions League – fýra ferðir hvør. Í Uruguay uppliva tey, at nógv ferðafólk bíleggja ein túr runt høvuðsstaðin, har greitt verður frá tí ríku fótbóltssøguni, og sigast má, at tað er við ferðaleiðarum við stórum innlivilsi.
Møttu risastórari hetju
Hepnið var sanniliga við okkum, tá vit vitjaðu fótbóltsmuseumið hjá fótbóltssambandinum í Uruguay. Har var lagnan okkum sanniliga blíð. Tað er bert ein maður eftir á lívi av teimum, sum spældu tann avgerandi HM-dystin í HM-endaspælinum í Brasil í 1950. Maðurin, sum enn er á døgum, er tann 87 ára gamli Alcides Ghiggia, sum er ein risastór hetja í Uruguay. Ì 1950 skeyt tann tá 24 ára gamli vongurin, Alcides Ghiggia sigursmálið til 2-1 ímóti Brasil á Maracana leikvøllinum í Rio de Jaineiro. 200.000 brasilsk viðhaldsfólk vóru sigursvís áðrenn dystin, og sjálvt táverandi FIFA-forsetin, Jules Rimet hevði fyrireikað eina sigurstalu á portugisiskum. Eitt vinnaralag varð gjørt, sum skuldi spælast fyri teimum brasilsku heimsmeistarunum, men stutt undan leikloki spilti Alcides Ghiggia alla veitsluna hjá Brasil við at medda bóltin í brasilska netið, og deyðatøgn varð millum tey 200.000 fólkini á Maracana leikvøllinum.
Ein serlig løta
Tað var ein heilt serlig løta fyri okkum at sleppa at heilsa uppá hesa stóru hetjuna, og at sleppa at geva honum ein myndakalendara frá Miðlahúsinum. Alcides Ghiggia var blíður og týður. Sjálvur hevur hann sagt: - Tað eru bara tríggir mans, sum hava fingið eina fjøld uppá 200.000 fólk at tiga; pávin, Frank Sinatra og eg. Áðrenn dystin millum Uruguay og Jordan varð Alcides Ghiggia heiðraður. Sigursmálið hjá honum varð víst á stórskíggja, og heimafjøldin gav honum tann fagnaðin, sum hann ikki fekk á Maracana leikvøllinum, tá hann syrgdi fyri, at tað gjørdist deyðakvirt. Uruguay hevði vunnið 5-0 á Jordan í tí fyrra play off dystinum í Jordan, og tí gróv Jordan seg niður fyri at fáa ein 0-0 javnleik. Hetta eydnaðist jordanbúgvum, tó við hepni í einum dysti, sum ikki varð ein stór leiklig uppliving, men ein góð uppliving, tá um stemning ræður. Uruguay er tó meir enn fótbóltur. Tað skulu vit frætta meira um í næsta parti, tá vit fara at frætta frá øðrum ferðamálum í Uruguay.