Sum tað fyrsta landið í Suðuramerika hevur Uruguay givið øllum kvinnum rætt til fosturtøku, sama hvør orsøkin er.
Við 17 atkvøðum fyri og 14 ímóti hevur senatið í Montevideo samtykt lógina, sum loyvir kvinnum at taka fostrið innan fyri tær fyrstu 12 vikurnar. Teir senatorarnir, sum atkvøddu ímóti, vildu heldur hava lagaligari reglur um ættleiðing.
Umframt Uruguay er Kuba tað einasta latínamerikanska landið, sum loyvir kvinnum fosturtøku. Harumframt hava nakrir landspartar í Meksiko loyvt fosturtøku.