Urtagarðarnir eiga at koma fólkinum til góðar

Edmund Joensen, løgtingsformaður, er sjálvur urtagarðsmaður og fegnast dagliga um gomlu embætismannaurtagarðarnar í Havnini. Hann metir at urtagarðarnir áttu at verið meira opnir, soleiðis at teir komu almenninginum betur til góðar.

- Havnin rúmar nakrar ógvuliga vakrar urtagarðsperlur, og tær eiga at koma fólkinum betur til góðar, heldur Edmund Joensen, løgtingstingformaður.
Edmund Joensen hevur sjálvur stóran áhuga fyri urtagørðum, og er eisini ein teirra, ið dagliga fegnast um urtagarðsperlurnar í Havnini.
- Eg gangi nógv millum løgtingið og løgtingsskrivstovuna, og tá komi eg framvið hesum vøkru urtagørðum, sum hava ligið har í yvir hundrað ár. Hesir eru ein dýrgripur, og teir áttu at verið meira atkomiligir, sigur Edmund Joensen.

Skipað viðurskifti
Í ólavsøkublaðnum, sum Sosialurin gav út herfyri, varð nortið við teir mongu vøkru urtagarðarnar í Havnini, og heitt var á avvarðandi myndugleikar og urtagarðeigarar um at lata garðarnar upp fyri almenninginum, soleiðis at øll kunnu fáa gleði av teimum.
Eftir at hava lisið greinina, hevur Jan Cristiansen, borgarstjóri í Havn givið til kennar, at eftir hansara meting áttu garðarnir kring donsku embætisbústaðirnar, Fútagarðin, Dómaragarðin og Amtmansgarðin, at verið latnir upp fyri almenninginum.
Edmund Joensen er samdur í, at garðarnir eiga at vera latnir upp, men hann leggur dent á, at hetta eigur at gerast undir sera skipaðum viðurskiftum.
- Vit mugu ikki taka garðarnar niður. Vit mugu minnast til, at orsøkin til at urtagarðarnir eru so vakrir og stórslignir, er neviliga, at teir hava ligið innibyrgdir av gørðum.

Duga ikki at virðismeta gripirnar
Garðarnir hava sambært Edmundi Joensen havt avgerðandi týdning, bæði reint praktiskt og meira súmbolskt.
- Garðarnir verja fyri vindinum, og uttan garðar, hevði vøksturin ikki verið tann, sum hann er. Harumframt meti eg, at garðarnir ígjøgnum tíðina hava vart økini, har urtagarðarnar liggja, ímóti at verða fyrilitaleyst umgjørd til asfalterað parkeringspláss, sigur Edmuynd Joensen, og vísir á, at vit føroyingar ongantíð hava verið serliga raskir at ansa eftir okkara dýrgripum.
- Okkara skrivaða søga liggur í Íslandi, og okkara forngripir hava ligið í Danmark til nú teir eru komnir heim aftur, tí vit her í Føroyum ikki hava dugað at virðismett hesar gripir. Høvdu teir verið verandi í Føroyum, høvdu teir helst ikki verið til longur. Soleiðis vænti eg eisini at tað er við urtagørðunum. Høvdu teir ikki verið innibyrgdir og riknir av teimum embætismonnum, sum har hava livað, høvdu teir helst verið parkeringspláss ella byggigrundir nú. Tað er nakað nýtt, at føroyingar rættiliga eru farnir at virðismeta slíkt, sigur Edmund Joensen, sum vónar at almenningurin skjótt fer at fáa atgongd til teir gomlu embætismannagarðarnar.