Úrslitið hjá Eik lakari enn væntað

Eik Banki hevur í morgun kunngjørt ársroknskapin fyri 2015. Úrslitið vísir eitt avlop á 24 milliónir krónur eftir skatt. Leiðsla bankans sigur, at hóast úrslitið er lakari enn væntað, men er nøktandi hóast tað.

 

Sambært bankanum eru orsøkirna til vánaligaru úrslitini, at bankin hevur verið noyddur at niðurskriva einstøk lán, umframt øktar útreiðslur til KT. Harafturat síggjast rentulækkingarnar aftur í tølunum. Bankin vísir á, at í 2015 hevur bankin lækkað lægstu bústaðarlánsrentuna við tilsamans 10 prosentum.

 

- Sigast má, at tað eru serliga føroysku bútstaðareigararnir, sum njóta gott av herdu kappingini á bústaðarmarknaðinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.

 

Rentuinntøkurnar eru minkaðar úr 242 milliónum krónum í 2014 í 228 milliónir krónur í 2015. Útlánini eru vaksin úr 5 milliardum krónum upp í 5,2 milliardir krónur. Innlánini eru vaksin við 600 milliónum upp í 6,6 milliardir krónur.

 

- Bankin er væl fyri, og útlitini fyri komandi árið eru góð. Bankin væntar eitt avlop eftir skatt upp á 70 til 110 milliónir krónur fyri árið 2016, sigur Súni Schwarts Jacobsen.

 

Árið 2015 í stuttum:
• Avlop eftir skatt er 24 mió. kr.
• Avlop fyri skatt er 29 mió. kr.
• Útlán bankans eru økt til 5,2 mia. kr.
• Innlán bankans eru økt til 6,6 mia. kr.
• Nettorentuinntøkur eru 228 mió. kr.
• Gjaldførið 176,5 prosent yvir lógarkravið
• Solvensurin er 21,6 prosent