Úrslitið er sum fryktað

Eldraøkið gjørdist ein ov tung byrða hjá kommunum at bera einsamøll, heldur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista.

 

- Úrslitið bleiv, sum vit fryktaðu, og tað fer at krevja stórar politiskar avgerðir at gera álvarsamar broytingar, um heimarøktin skal raðfestast hægri, sigur Arne Thorsteinsson.

 

Hann tvíheldur um, at tað eru nógvir pengar at spara, um fólk kunnu vera longri heima hjá sær sjálvum.

- Hvat kostar ein rímilig heimahjálp í mun til eitt stovnspláss? Eg skilji ikki, at politikkararnir ikki skilja, at við ikki at raðfesta heimarøktina, trýsta teir fólk inn á stovnarnar, sigur hann.

 

Hann harmast tó um, at heimarøktin als ikki er á einum nøktandi støði í dag.

- Tey eldru fáa jú ikki ta hjálp, tey vilja hava. Politikkararnir hava lovað, at brúkarin sjálvur skal avgera, hvørja hjálp hann vil hava, men soleiðis gongur tað jú ikki fyri seg. Tilboðið, sum kommunurnar veita, er avgjørt frammanundan, hvat ein kann fáa og ikki fáa, og tí kunnu nógv eldri ikki fáa ta hjálp, tey vilja hava.

 

Arne Thorsteinsson vísir á, at politikkararnir og tey eldru jú eru samd á einum øki.

- Longst gjørligt í egnum heimi er jú bæði politiska slagorðið og ynski hjá teimum flestu eldri. Eg skilji ikki, at øll ikki síggja, at tað rættasta fyri allar partar, er at raðfesta heimarøktina fram um alt annað, sigur Arne Thorsteinsson at enda.