3-0 tapið hjá Cardiff móti Crystal Palace tíðliga í apríl eigur ikki at sleppa at standa, sigur walisiska felagið í brævi til FA.
Fimm síðurs brævið, ið er sent av løgfrøðingum hjá felagnum til Premier League, heldur við, at Tony Pulis, Crystal Palace venjarin, visti, at Iain Moody royndi at fáa fatur á uppstillingini hjá Cardiff undan dystinum.
Cardiff sigur, at teir hava prógv fyri, at Moody fekk fatur á uppstillingini, og tað er brot á kappingarreglarnar. Pulis noktaði at getra viðmerkingar til málið, tá BBC setti seg í samband við hann, men Palace hevði framman undan noktað fyri, at tað hendi.
Premier League hevur váttað, at málið verður kannað.