Danska felagið AaB, sum hevur føroyska landsliðsleikaran Gilla Sørensen í hópinum, kom í dag út við frágreiðing um roknskapin fyri 2015.
Í skrivinum sum stóð á heimasíðuni hjá AaB fyrr í dag, boðar felagið millum annað frá, at orsakað av óvæntaðum inntøkum frá UEFA fyri árið, fer felagið at koma út við positivum roknskapi fyri 2015.
Fyri einum mánað síðani væntaði felagið annars, at felagið kom at hava eitt stað ímillum null og minus fimm milliónir í halli fyri árið 2015. Hetta verður tó broytt til eitt positivt úrslit, orsakað av óvæntaðu inntøkunum frá UEFA.
AaB hevur av álvara vind í seglunum í hesum døgum. Í heimligu kappingini hevur gingist væl seinastu mongu umførini, og er felagið í løtuni á einum øðrum plássið í donsku Superliguni.