Klokkan 15 verður tað oyggjauppgerð við Løkina í Runavík. Skráin sigur, at ÍF skuldi vera vertur, og at NSÍ skuldi vera gestur í Fløtugerði í Fuglafirði. Í gjár varð avgjørt at broyta hetta soleiðis, at NSÍ verður vertur, og ÍF verður gestur. Orsøkin er tann, at tað er kavi á vøllinum í Fuglafirði, meðan vøllurin í Runavík er grønur og klárur at spæla á.
Dysturin í dag verður av álvara aðalroynd hjá fuglfirðingum, sum higartil hava spælt ímóti EB/Streymi, TB og 07 Vestur.
Tað er lagt upp til, at tríggir av málsóknastu spælarunum yvirhøvur í føroysku kappingini fara at vera á vøllinum samstundis. Her verður hugsað um Uros Stojanov hjá ÍF, sum er ovast á máltindinum, og Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen hjá NSÍ.
Fuglfirðingar vóna, at Uros Stojanov verður førur fyri at spæla. Síðstu vikuna hevur hann verið plágaður av skaða í lendunum. Hann hevur ikki vant saman við liðfeløgunum, men teir halda seg hava grundaða vón um, at tað fer at bera honum til at dystast við NSÍ. Avgerðin verður tikin undir upphitingini.
Teir í Runavík hava longu tapt tvær ferðir á útivølli – í Gundadali ímóti HB og í Klaksvík – og tí hava teir ikki ráð til at missa stig á heimavølli í dag, um teir skjótt skulu teljast millum toppliðini.
Manningarliga eru teir so væl fyri, sum teir ikki hava verið fyrr í ár, tí allir spælararnir eru tøkir.










