Uriah Heep tekur Føroyar fram um øll hini

Uriah Heep skal í heyst spæla í eitt nú Berlin, Stockholm, Kiev, Moskva og London – men fyrst spæla teir í Føroyum

 

Rockbólkurin Uriah Heep skal á eina longri konsertferð í heyst. Fram til desember mánað hevur bólkurin 43 konsertir í 18 londum. Konsertferðin er í sambandi við, at bólkurin gevur út nýggja plátu fríggjadagin.
Uriah Heep skal spæla í býum sum Berlin, München, Helsinki, Brússel, Glasgow, Stockholm, Kiev, Moskva og London. 

 

Fyrsta framførslan á konsertferðini hjá bólkinum verður í Føroyum leygarkvøldið 22. september. Tá spælir Uriah Heep í Høllini á Hálsi í Havn. 

 

Les eisini: Uriah Heep: Takk Føroyar

 

Ætlanin var, at konsertin skuldi vera í Dansifrøi í Havn, men áhugin fyri konsertini var so stórur, at útselt varð fleiri vikur fyri konsertina. Tí varð konsertin flutt í Høllina á Hálsi, har fleiri fólk rúmast. 

 

Konsertin í Føroyum er eisini tann fyrsta hjá Uriah Heep, eftir at nýggja útgávan, Living The Dream, er komin út.