Uriah Heep komnir og spentir til í kvøld

Legendariski rockbólkurin Uriah Heep kom til landið við Atlantsflog í gjárkvøldið, og teir eru spentir at fara á pall í Høllini á Hálsi í Havn í kvøld.

 

Uriah Heep gjørdi serliga um seg í sjeytiárunum, tá teir vóru við til at skapa og mynda klassiska rocktónleikin. Teir hava nógvar kendar sangir, sum føroyingar kenna væl, so sum Gypsy, Lady in Black, Stealin’, Easy Livin’, The Wizard, July Morning, Sunrise og Look At Yourself.

 

Konsertin við Uriah Heep verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið kl 21.00. Signar í Homrum hitar upp við Creedence-sangum.