Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroyskur urguleikari gevur út nøkur av løgum sínum. Í hesum er komin út bók við 36 sálma- og sangløgum, sum Ámundur Berthelsen, fyrrverandi lærari og skúlastjóri, av Strondum hevur gjørt.
Ámundur hevur verið urguleikari í Sjóvar kirkju í nærum 35 ár, og hevur kirkjusangurin ligið hjarta hansara sera nær. Hann hevur gjørt mong løg til sálmar og andligar sangir, umframt aðrar sangir.
Løgini eru vøkur og løtt at syngja, og fleiri av løgunum eru eftirspurd av urguleikarum og øðrum. Í bókini eru savnað 36 av løgunum.
- Vónandi fara hesi løgini, sum nú eru komin út, at ríka og lívga um sálmasangin í kirkjum og samkomuhúsum og veita ein hugna í heimum víða hvar, sigur Sjóvar Kirkjuráð, sum saman við Heimamissiónsforlagnum gevur lagasavnið út.
Lagbókin er 44 blaðsíður og kostar 150 krónur.