Átta hylki við 73,5 kilo av uranmálmi eru stolin úr einari goymslustøð har norðuri í Rumenia, men sambært myndugleikunum er málmurin ikki serliga gieslavirkin og tí ikki serliga hættisligur.
Rumenska løgreglan hevur kannað málið, og sagt veður, at nøkur fólk eru avhoyrd.
Eitt rumenskt blað skrivar, at tað var í síðsta mánað, at starvsfólk á goymslustøðini varnaðust stuldurin, men at evnið kann vera stolið fyri fleiri mánaðum síðani. Sum skilst hava myndugleikarnir dult, at málmurin var horvin, men loyndarmálið bleiv avdúkað í síðstu viku.