Aftaná hálvttriðja kappingarár við ÍBV hevur Dánjal Ragnarsson skift Vestmannaoyggjarnar við Vestmanna.
Tá VÍF mikukvøldið vann 33-22 (15-15) á Team Klaksvík í dysti í Burn mansdeildini var ein nýggjur leikari at siggja á dómaraseðlinum.
Dánjal legði fyri við at skjóta seks mál í fyrsta kappingardystinum fyri VÍF. Bert Filip Jojic við 10 málum skoraði fleiri mál enn Dánjal.
Hetta er góður styrkur hjá VÍF. Dánjal vann íslendska meistaraskapið við ÍBV í fjør, og hevur spælt fleiri evropeiskar dystir.
Her síggjast málskjúttarnir hjá VÍF í dystinum móti Team Klaksvík:
##med2##