Í morgun gifti Heðin Mortensen, borgarstjóri, eini hjún í Ráðhúsinum í Havn.
Tað ger hann so mangan, men tað serliga við hesum hjúnunum er, at bæði brúður og brúðgómur eru útlendsk, men vildu sleppa til Føoyar at giftast.
Tey bæði Soleiðis Sebastian Deubler og Viet Nga Chu, siga við heimasíðuna hjá Tórshavnar býráð, at tey vildu giftast eitt forkunnugt og vakurt stað, og tí komu higar higar saman við vinum og familjuni.
Tey hittust fyri 10 árum síðani, og í dag eru liðin akkurát 100 mánaðir, síðani tey gjørdust par.
- Vit eru her, tí náttúran er einastandandi, og tí vit vildu gera brúdleypið til eina heilt serliga hending í lívi okkara, siga hjúnini.
Hesar næstu dagarnar fara tey ferðast ymsastaðni í landinum. Í morgin gongur leiðin til Vestmanna og síðani fara tey øll til Suðuroyar, áðrenn tey fara heim aftur til Týsklands.