Úr Suðurafrika um Ísland á G!

Tara úr Suðurafrika var í síðstu viku á ferð í Íslandi, tá hon avgjørdi at broyta ferðaætlanina og fara á G!

- Eg elski G! Eg elski atmosferuna her. Eg var stødd í Íslandi, tá eg hoyrdi at G! Festivalurin var, so eg keypti ein ferðaseðil til Føroyar.


Tað sigur Tara, ið til dagligt býr í Suðurafrika, men hevur føroyska mammu. Tara hevur tískil vitjað Føroyar fleiri ferðir áður, og var millum annað á G! Í 2012. Í síðstu viku var hon í Íslandi, men tá hon hoyrdi, at festivalurin var hetta vikuskiftið, keypti hon sær ein ferðaseðil til Føroyar.


- Í útlondum eru aðrir festivalar størri, men styrkin á G! er, at festivalurin er lítil og intimur. Eg kenni ongan bólk uttan Eivør, men kortini veit eg, at tað verður gott. Føroyingar duga væl at spæla, so eg veit óansæð hvør bólkurin er, at tað verður gott. Tí er tað líkamikið hvønn eg hoyri, eg veit at tað verður gott.