Úr savninum: Seinast Andorra vitjaði vann U21-landsliðið 3-1

(Úr savninum) Hoyr hvussu tað gekk seinast U21-landsliðini hjá Føroyum og Andorra spældu EM-undankappingardyst í Føroyum fyri skjótt 13 árum síðani

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla U21-landsliðini hjá Føroyum og Andorra EM-undankappingardyst við Djúpumýru í Klaksvík. 

 

Andorra hava verið strævnir hjá bæði føroyska A-landsliðnum og U21 landsliðnum at knógva á útivølli í Andorra La Vella.

 

A-landsliðið hevur leikt 0-0 í einum EM-undankappingardysti 25. mars í 2017, og hevur vunnið ein tepran 1-0 sigur í Nations League 6. september í 2020, tá Klæmint A. Olsen skoraði eitt framúr gott mál.

 

Heima hevur tó gingist væl betur. A-landsliðið vann 1-0 í einum EM-undankappingardysti 3. september í 2017, tá Gilli R. Sørensen skoraði sigursmálið. 13. oktober í 2020 syrgdi Klæmint A. Olsen við tveimum málum fyri, at vit vunnu 2-0 á Andorra í Nations League dysti á Tórsvølli.

 

U21-landsliðið hevur einaferð áður verið í bólki saman við Andorra. 

 

Andorra fekk sítt einasta stig í tí undankappingini á heimavølli móti Føroyum. Jóan Símun Edmundsson legði Føroyar á odda 1-0 tá 32 minuttir vóru farnir. Tá 51 minuttir vóru farnir javnaði David Madeira fyri Andorra, og tað eydnaðist heimamonnunum at verja leiðsluna heim.

 

Tá liðini møttust á ovara vølli í Gundadali 11. august í 2010 vunnu Føroyar 3-1 á Andorra. Andorra megnaði tó at leypa hvøkk á við at leggja seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki skutu Føroyar trý mál.

 

Føroyar - Andorra 3-1 (0-1) - Kelda: FaroeSoccer

 

0-1: Lluis Amilio Blanco - 32. min.

 

1-1: Wentzel S. R. Kamban - 51. min.

 

2-1: Rógvi Baldvinsson - 74. min.

 

3-1 Kristoffur Jacobsen - 89. min.

 

Tróndur Arge segði frá dystinum á Miðlahús-Rás2 (Tað eru eftirhondini so nógvar "Rás2" í føroysku útvarpssøguna, at tað er skjótt at villast).

 

HER  ber til úr savninum hjá okkum at hoyra hæddarpunktini frá 3-1 sigrinum 11. august í 2010.  Helgi L. Petersen var viðmerkjari. Hoyr eisini samrøður við tveir av málskjúttunum, Kristoffur Jakobsen og Rógvi Baldvinsson. Hoyr eisini samrøðu við Pól Johannus Justinussen og landsliðsvenjaran, Bill McLeod Jacobsen.

 

##med2##