Nú makrelkvotan hjá ísfiskatrolarunum er uppfiskað, eru fleiri pør farin aftur at fiska botnfisk.
- Vit vænta tvey pør inn at landa mánadagin - og so koma helst nøkur pør inn at landa seinni í vikuni. Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum er heldur smáligur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap og landar miðskeiðis í vikuni sum kemur.
Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, lógu allir teir smáu trolararnir við bryggju.
- Ivasamt er, um teir fara út í vikuni, tí veðurvánirnar eru ikki góðar, sigur marknaðurin.