Matthias Præst Nielsen, sum seinastu tvey árini hevur spælt við AB og HB, hevur skift til bestu íslendsku kappingina. Hann skiftir til Fylkir, skrivar bold.dk.
Danski miðvallarin kom til føroyskan fótbólt undan kappingarárinum 2022. Hann var partur av altjóða innrásini á Argjum. Eftir eitt hálvt kappingár skifti hann til HB, har hann spældi fram til kappingarenda í fjør.
23 ára gamli Matthias Præst Nielsen hevur eisini umboðað feløg sum AC Horsens, Vejle Boldklub og Middelfart.