Úr djúpastu dølum upp á hægstu tindar

Hoyr Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandi Føroya, greiða frá upplivingini, tá Árni Gregersen á FM1 á miðdegi í dag skifti orð við hana.

##med2##

 

 

 

- Hetta er ótrúliga stuttligt, og sjálvandi eru vit í nevndini og umsitingini í Hondbóltssambandi Føroya ótrúliga errin av øllum tí, sum er farið fram, og vit gleðast saman við leikarunum og feløgunum.

 

Tað sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya.

 

Í tíðindunum á FM1 á miðdegi í dag skifti Árni Gregersen orð við hana um góðu úrslitini hjá bæði H71 kvinnum og føroyska manslandsliðnum í hondbólti seinastu dagarnar.

 

- Eg visti, at tað var ein møguleiki fyri, at tað kundi eydnast manslandsliðnum at koma víðari í kappingini, men eg visti eisini, at tað vóru nógv ting, sum skuldu ganga upp í eina hægri eins, um hetta skuldi eydnast.

 

Hon heldur, at sjálvt tann størsti optimisturin gjørdist eitt sindur ivingarsamur, tá manslandsliðið tapti greitt ímóti Luxemburg.

 

- Men, vónirnar vóru har enn. Tað er júst hetta, sum ítrótturin kann. Hann kann fáa okkum niður í djúpastu dalar og upp á hægstu tindar eftir stuttari tíð, og hetta upplivdu vit so eisini hetta vikuskiftið við hondbóltinum.

 

Hoyr Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandi Føroya, greiða frá upplivingini, tá Árni Gregersen á FM1 á miðdegi í dag skifti orð við hana.