Meðalprísurin á upsa er nú oman fyri meðalprísin á hýsu. Á Fiskamarknaði Føroya fór allur upsin, góð 22 tons, í dag fyri 10,74 krónur í meðal fyri kilo, meðan knappliga 15 tons av hýsu fóru fyri millum 9,43 krónur og 10,87 krónur í meðal fyri kilo. Tað var bara hýsa III, sum fekk betri prís enn upsin.
Fiskamarknaðurin seldi 33 tons av toski í dag. Tað mesta var toskur II og III, sum fóru fyri 17,37 og 15,53 krónur í meðal fyri kilo.
Marknaðurin seldi eisini 22 tons av svartkalva, sum fór fyri 31,99 krónur í meðal fyri kilo, og góð tvey tons av toskarognum fóru fyri10,10 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin í dag 105 tons fyri 1,8 millión krónur.