Upsaveiðan vil ikki roynast

Hvørki partrolarar ella djúpvatnstrolarar fáa nakað serligt burtur úr upsanum.

- Tað er framvegis ikki tann stóri fiskiskapurin hjá partrolarunum. Eitt par kemur inn at landa mánadagin, og onnur koma seinni í vikuni. Nøkur pør liggja við bryggju, men fara út aftur, tá líkindi verða.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fimm djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, fýra fiska upsa, og ein fiskar blálongu.

 

- Vit vænta, at tveir djúpvatnstrolarar koma inn at landa miðskeiðis í vikuni. Hinvegin er meira ivasamt, um hinir koma inn at landa í vikuni. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur.

 

Í gjár, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, lógu allir trolbátarnir við bryggu. Teir fara út aftur, tá veður verður til tað. Helst fara allir at fiska havtasku.

 

- Tvey garnaskip eru til fiskiskap. Tey fiska ávikavist svartkalva og havtaku, men fiskiskapurin er smáligur. Væntandi landar skipið, sum fiskar svartkalva, síðst í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.