Upsaskip framvegis smáligan fiskiskap

Upsarokið hjá partrolarunum vardi ov stutt í hesi vertíðini. Skipini høvdu rættiliga rokveiði í nakrar dagar, men síðan minkaði fiskiskapurin aftur. Seinasta vikuskifti royndist hampiliga gott aftur, men síðan er veiðan minkað, og nú hava partrolararnir yvirhøvur smáligan fiskiskap

Fiskivinna

Í dag eru partrolararnir Rókur og Lerkur í Saltangará við umleið 200.000 pundum av upsa, sum skipini hava fingið eftir 5-6 døgum á fiskileið. Hetta er soleiðis ein lutfalsliga stuttur túrur hjá teimum. Rókur og Lerkur loystu í Saltangará 20. mars og í dag, nú tey eru inni aftur, er 26. mars.
Mánadagin væntar Landingarmiðstøðin Kongshavn, at fýra skip koma inn at landa. Tey eru Jaspis og Ametyst og Heykur og Falkur.
Á Kongshavn siga tey, at skipini lata illa at veiðini í løtuni.
Fyrr í vikuni vóru fleiri landingar í Saltangará.
Mánadagin vóru Polarhav og Stjørnan inni við sløkum 380.000 pundum og týsdagin Stelkur og Bakur við umleið 300.000 pundum.
Djúpvatnstrolarin Eydna var eisini inni týsdagin við 34.000 pundum. Teir partrola saman við Beinissvørði, men parið noyddist at bróta túrin av, tí okkurt riggaði ikki, sum tað skuldi.
Fyrst í hesi vikuni landaði eisini garnabáturin Oknin tilsamans 26.000 pund av svartkalva í Saltangará.

Stokkut rokveiða
Í vetur hava partrolararnir yvirhøvur fingið minni upsa enn seinasta vetur og seinasta vár.
Herfyri vóru teir kortini í rættiligum upsaroki í nakrar dagar, men hetta vardi bara ov stutt. Góði fiskiskapurin minkaði aftur, og veiðan var sløk í nakrar dagar. Men síðan tók veiðan seg uppaftur seinasta vikuskiftið, men nú lata skipini, sum eru úti á fiskileiðunum, aftur illa at og siga, at veiðan yvirhøvur er lítil.