Faroe Seafood
Tað verður ikki samtakið av føroyskum upsareiðarum, sum keypir Faroe Seafood. Samtakið gav í heyst eitt óbindandi tilboð áljóðandi 80 mió kr. fyri samanløgdu fyritøkuna, sum nú telur bæði Fiskavirking og Faroe Seafood.
Í samtakinum eru Dánjal Jacobsen og Tummas Christophersen úr Vestmanna. Jónsvein Knudsen og Ragnar Olsen úr Runavík. Anfinn Olsen úr Fuglafirði og Tummas Justinussen úr Havn.
Ikki áhugi fyri 20%
Tað er Corporate Finance deildin hjá KPMG í Danmark, sum hevur tikið sær av sølutilgongdini, og í samráð við hesar varð upprunaliga boðið hækkað í 100 mio kr. Í hesum var tó roknað, at Framtaksgrunnurin framvegis skuldi eiga 20% av partapeninginum, og tí var veruliga boðið her 80 mió kr. fyri 80% av partapeninginum ístaðin fyri ætlaðu 100%.
- Tað aftursvarið, sum vit hava fingið, bendir ikki á, at Framtaksgrunnurin er áhugaður í at selja til hendan prísin. Og sum vit hava skilt tað, so eru tey heldur ikki serliga áhugað í at selja minni enn 100%, um ein søla skal gerast veruleiki, sigur Ragnar Olsen, sum er ein av limunum í keyparaskaranum.
- Hugskotið hjá okkum við hasum 20% var annars, at við hesum kundi Framtaksgrunnurin fáa ágóðan av eini møguligari kurshækkan av felagnum, um rakstrarliga gongdin hevði verið nøktandi. Men tað hevði so ikki áhuga. Ikki tí, tað er sjálvandi eitt val, sum grunnurin hevur tikið, og tað hava tey jú fullan rætt til. Tað stendur heldur ikki um lív hjá okkum at fáa fatur á fyritøkuni. Men vit halda eina einskiljing av fiskivinnuni á landi vera týdningarmikla, og tí hava vit lagt eitt boð inn, sigur Ragnar Olsen.
Sjálvur var Ragnar Olsen ikki við í samtakinum, sum fyri einum ári síðani beyð góðar 100 mió kr. fyri Fiskavirking einsamalt. Og tí vil hann illa koma við ítøkiligum orsøkum til stóra prísfallið, sum hevur verið síðani.
- Tað fái eg so ikki tikið støðu til. Men boðið hjá okkum svarar so nøkunlunda til innara virðið hjá fyritøkuni tann 31. desember 2005. Og tað er so tað, sum vit hava valt at bjóða.
Eingin viðmerking
Dagmar Joensen er nevndarformaður í Framtaksgrunninum, men hon sigur seg ongan viðmerking hava til málið.
- Frá okkara síðu er sum so einki nýtt í hesum málinum. Vit eru í samskifti við møguligar keyparar, er einasta viðmerkingin, sum eg havi til málið, var svarið frá formanninum.
Heldur ikki vil Dagmar Joensen gera viðmerkingar til, hvørt hetta skal skiljast so, at talan eisini um aðrar áhugaðar keyparar. Ella hvørt tað vóru onnur viðurskifti enn prísurin, sum vóru avgerandi fyri støðutakanina hjá Framtaksgrunninum í hesum málinum.