Upsafiskiskapurin minkaði aftur

Fleiri partrolarar, tveir djúpvatnstrolarar og tveir trolbátar eru til fiskiskap í løtuni.

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og øll skipini fiska upsa. Fiskiskapurin eftir upsa, sum annars hevur verið góður í eina tíð, er nú minkaður aftur. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap í løtuni. Ein er vestan fyri og fiskar kongafisk, og ein er eystan fyri, men sagt verður einki um, hvat fiskaslagið er.

- Væntandi koma báðir djúpvatnstrolararnir inn at landa síðst í næstu viku.

Í dag eru tveir trolbátar til fiskiskap. Teir eru báðir norðan fyri og fáa nakað av tungu, reyðsprøku, havtaski og toski. Báðir trolbátarnir koma inn at landa fyrst í næstu viku.

Trý garnaskip eru eisini til fiskiskap í løtuni. Tvey fiska svartkalva og hava smáligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.