Upsafiskiskapurin einki at reypa av

Nú eru trý partrolarapør farin á gulllaksaveiði, og skipini plaga at fiska gulllaks fram til heystar.

 

Allir partrolararnir eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er einki at reypa av.

Sambært Fiskamarknaði Føroya eru trý pør nú farin á gulllaksaveiði, og hesi skip plaga at fiska gulllaks til seint á sumri ella tíðliga á heysti.

Av djúpvatnstrolarunum er bara ein til fiskiskap í løtuni. Teir fiska stinglaks og blálongu og koma helst inn at landa síðst í næstu viku.

- Allir trolbátarnir eru til fiskiskap, og teir fiska norðanfyri. Fiskiskapurin er næstan bara toskur, og teir fáa nógvan fisk. 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at tvey garnaskip eru til fiskiskap í løtuni. Annað fiskar svartkalva, og hitt fiskar havtasku.

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma bæði inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.