Amerikanska sjónvarpsstjørnan Sarah Michelle Gellar vildi sum so nógv onnur gera status í sosialu miðlunum í gjárkvøldið, tá ið tað frættist, at ein av mætastu ensku poppsangarunum var deyður.
Sarah Michelle Gellar skrivaði soleiðis í sínari dagføring: ”Do you really want to hurt me? I guess you do #ripboygeorge I was truly one of your biggest fans.”
Tankin var penur, men trupulleikin var bara, at Sarah Michelle Geller blandaði George Michael og Boy George saman. Eitt sindur pínligt, vildi onkur sagt!