Upptøka av lýsingarfilmi í Tjørnuvík ávirkar parkeringina

mynd: birkblog (av heimasíðuni hjá Sunda kommunu)

Í hesum døgum fara filmsupptøkur eftir øllum at døma fram í Tjørnuvík.

 

Hetta ávirkar parkeringsviðurskiftini ávísa tíð á degnum, og hetta er galdandi fram til 18/7. Hetta upplýsir Sunda kommuna á síni heimasíðu. Har stendur soleiðis:

 

Í sambandi við filmupptøkur til lýsingarfilm og framvísing av nýggjum bilsniðið, er avmarkað parkering í Tjørnuvík frá 14:00 til 16:00 hesar dagar. 11/7 - 12/7 - 13/7 - 14/7 - 17/7 og 18/7.

 

Parkeringsvørður er á staðnum, og víst verður til aðra parkering inni í bygdini hesar tímar.

 

mynd: birkblog (av heimasíðuni hjá Sunda kommunu)