Upptaktssamrøða: Ári (H71) og Teis (Neistin)

(Rás2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Ára Dam hjá H71 og Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við málverjan hjá H71, Ára Dam og tann tíverri meidda Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum, ið er uttanfyri vegna skaða til báðar FM-finalurnar.

 

Aftaná javnleik 25-25 á útivølli farna mikukvøld hevur Ári Dam góðar vónir um, at H71 á heimavølli kann koppa dystin til sín fyrimun og vinna FM.

 

Teis Horn Rasmussen minnir tó á, at Neistin stendur seg ofta væl í Hoyvíkshøllini, og hann hevur tí góðar vónir um, at neistamenn kunnu verða omaná í dystinum.

 

Tróndur Arge bað eisini báðar tippa um útfallið av dystinum í annaðkvøld klokkan 17. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.